Bitcoin er ein roynd at nýhugsa pengar, og eins og allar nýskapanir, so avbjóðar tað verandi støðuna. Um tú vilt skilja Bitcoin hugtakið, so mást tú vera sinnað/ur at hugsa uttanfyri vanligu karmarnar og seta spurning við tær langvarandi sannføringar, sum tú ert vorðin vanur við at góðtaka.
Í almennari búskaparfrøðini læra vit at:
Vit hava lyndi til at góðtaka hesar útsagnir sum sjálvsagdar — næstan sum náttúrulógir. Men veruleikin sigur nakað annað. Nøkur av mest framkomnu tíðarskeiðunum í søguni hava havt fallandi prísir, og uppsparing — ikki skuld — var einaferð vanligasti mátin at keypa hús. Ov ofta síggja vit bankakreppur, stjórnir sum frysta pengar, heil gjaldoyru sum fella vegna hyperinflatión, og miðbankar sum prenta pengar fyri at fíggja kríggj, ið vanligi borgarin hvørki ynskir ella velur, men kortini endar við at gjalda fyri gjøgnum eitt veikari gjaldoyra.
Bitcoin verður skotið upp sum ein loysn uppá slíkar trupulleikar. Ein pengaskipan har einstaklingar fáa fíggjarligt frælsi og sjálvræði aftur. Tað eru pengar bygdir av fólkinum, fyri fólkið — ein peningaskipan sniðgivin til at løna teimum, ið spara pengar og megna at umganga stuttvarandi gleði fyri langtíðar fremjan, heldur enn teimum, ið standa tættast pengaprintarinum.
At skilja Bitcoin krevur dirvi til ikki at lata seg vera stýrdan av dogma, sum er at góðtaka eitthvørt sum ivaleyst satt, bara tí ein myndugleiki ásetir tað. Bitcoin hugtakið er ein friðarlig kollvelting ið ikki roynir at noyða nakran. Tað bjóðar eitt alternativ — og fólk velja sjálvi, um tey síggja virðið í tí.
Bitcoin er “skotin upp sum loysn”, tí Bitcoin stendur ikki einsamalt í hesari royndini. Gjøgnum søguna hava fólk leitað eftir tí, sum verður kallað (Sound Money) — pengar sum ikki verða spiltir av nøkrum og halda sítt virði.
Orðið sipar eisini til, at keisaradømir og kongaríkir plagdu viðhvørt at minka um nøgdina av dýrmetalli í myntunum, og á hendan hátt fíggja sítt egna virksemi uttan at beinleiðis økja um skattir. Tað bleiv síðani siður millum fólk, eitt nú at kanna hvussu nógv gullinnihald gullmyntirnar høvdu. Ein skjótur máti at kanna hetta, var at sleppa myntina niður á gólvið, tí myntir við meira gullinnihaldi góvu eitt klárari ljóð (sound) tá tær raktu gólvið.
Yvir tíð, so fekk Gull høvuðsleiklutin sum “Sound Money”— frá fyrstu gullmyntunum í Lydia umleið 600 ár fyri Kristus— heilt fram til 1971, tá amerikanski dollarin, sum heimsins reservgjaldoyra, varð tikin av gullstandardinum.
Í dag finnast ymisk alternativ, t.d. Gull, Silvur og onnur kryptogjaldoyru, sum royna at loysa tørvin. Alt hetta peikar móti einum hugtaki: “Sound Money”.
Í tí stóra, so snýr tað seg ikki um hvør pengi “vinnur”. Pengar eru eitt samskipanartól, og “Sound Money” ger samskipanina støðugari og rættvísari, soleiðis at vit kunnu betri uppnáða tað sum búskaparfrøði snýr seg um: at betra okkara umstøður og byggja eina framtíð vit vilja vera í. Lykilin liggur eisini í at pengar var tøknin sum loyvdi menniskjum at hugsa langsikta, tí tað loyvdi okkum at varðveita virðið yvri tíð, soleiðis at tað kundi loysa seg at umganga forbrúk fyri at fáa meira burturúr í framtíðini. Hetta er serliga tað ið Bitcoin hugtakið snýr seg um, at loyva fólki at stremba langsikta.
Bitcoin snýr seg ikki um anarki ella um at beina burtur allar myndugleikar. Tað snýr seg um at miðspjaða valdið — ikki at beina struktur burtur.
Hetta er eitt mynstur, vit hava sæð gjøgnum søguna:
Hesar orsøkir eru hví Bitcoin varð uppfunnið, sum uppfinnarin av Bitcoin, Satoshi Nakamoto, skrivaði í 2009:
“Høvuðstrupulleikin við vanligum gjaldoyrum er alt álitið, sum krevst fyri at fáa tað at rigga. Bankar mugu vera stólaðir uppá at varðveita pengarnar hjá okkum og flyta teir elektroniskt, men teir læna tað út í bylgjum av kredittbløðrum við bert einum brotparti í goymslu. Eisini má ein hava álit á, at miðbankin ikki virðislækkar gjaldoyraði, men søgan um fiat-gjaldoyru er full av brotum á júst hesum álitinum.”
At enda er týdningarmikið at skilja munin millum Bitcoin og tað breiðari kryptoumhvørvið.
Tað finnast milliónir av kryptogjaldoyrum, men sera fáar hava eitt veruligt gagnligt endamál. Tú kanst mála ein stein gyltan, men tað ger hann ikki til gull. Tað sama kann sigast um flestu kryptogjaldoyru.
Tí er tað týdningarmikið at skilja góðsku frá skræpu.
Flestu kryptogjaldoyru hava heldur ikki endamál at vera pengar. Nógvar verkætlanir kanna aðrar hugsanir, sum t.d. Web3 — miðspjaðing av pallum, applikatiónum, ognarskapi og samleika — umframt snildfonsáttmálapallar.
Harumframt eru nógvar kryptoverkætlanir, sum fyrst og fremst eru gjørdar fyri at gagna skaparunum, heldur enn at loysa veruligar trupulleikar.
Henda heimasíðan hevur bert eitt fokus: Krypto sum Pengar.
Lær Bitcoin hugtakið gjøgnum skipað skeiðir.
(Kemur seinni
Tankar um Bitcoin hugtakið, skrivað yvir tíð.
(Enn eingar greinar tøkar)