Palleba

Konto Uppsetan

Lær hvussu man keypur, selur og flytur crypto, og hvussu man umbýtir millum almennar pengar og crypto.

Hetta er serliga ætlað byrjarum í Krypto. Her fært tú fótin inn um hurðina og byrjar at gera íløgur.

Kontouppsetingartænasta (1000 kr)

(Eintíðar vegleiðing) — Framferðaháttir (í Persón, Zoom ella kjatt) — Tú velur. Vegleiðingin geldur intil alt er komið uppá pláss.

Hetta fært tú:

  • Hvussu tú gert eina konto á einum kryptoplatformi
  • Hvussu tú setur inn og tekur út fiat-pengar millum tína bankakonto og ein kryptoplatform
  • Hvussu tú keypir og selur krypto á kryptoplatforminum

Kontouppsetingartænasta (1000 kr)

(Eintíðar vegleiðing) — Framferðaháttir (í Persón, Zoom ella kjatt) — Tú velur. Vegleiðingin geldur intil alt er komið uppá pláss.

Hetta fært tú:

  • Hvussu tú gert eina konto á einum kryptoplatformi
  • Hvussu tú setur inn og tekur út fiat-pengar millum tína bankakonto og ein kryptoplatform
  • Hvussu tú keypir og selur krypto á kryptoplatforminum

Niðanfyri er eitt úrval av innleiðandi videobrotum til tey, ið ynskja at læra sjálvstøðugt. Í løtuni vísir heimasíðan til videotilfar uttanífrá. Nógv tílíkt tilfar er at finna á netinum, so tað er bara at leita sær fram.

Konto Uppsetan

Leinkjan omanfyri førir til eitt stutt innleiðandi video, sum vísir gongdina at stovna kontu. Hóast dømið er fyri Krypto platformin (Kraken), so eru trinini í stóran mun lík tvørtur um flestu platformar.

Inn- og úttøku av almennum pengum

Videobrotið omanfyri gevur eitt greitt, stig fyri stig yvirlit yvir, hvussu tú flytur almenn gjaldoyrir millum eitt krypto-býti og tína bankakonto.

Ofta er tað mest avbjóðandi at taka almennar pengar út aftur til bankakontoðina frá einum Krypto Platformi. Millum teir tøku møguleikarnar skilir Kraken seg frá, sum ein av einfaldastu og mest brúkaravinarligu platforminum til at taka almennar pengar útaftur.

Serligir smálutir, sum hava hjálpt fólki persónliga:

Fyrstufer tú tekur almennar pengar frá kryptoplatforminum til tína bankakonto, so skalt tú ígjøgnum eina longri tilgongd. Eftir tú hevur gjørt tað einafer, so eru framtíðar úttøkur sera einfaldar.

Tá tú fert ígjøgnum tilgongdina, vel so “SWIFT” bankaflyting og fyll út kravdu upplýsingarnar. Tú kanst finna hesar upplýsingar við at rita inn á heimasíðuna hjá tínum banka. Til dømis við bankanum “Norðoya Sparikassi”, vel fyrst kontuna, tú vilt senda pening til, trýst síðani á upplýsingarmøguleikan (⋮), og vel “Kontuinfo.” Har finnur tú títt IBAN-nummar og BIC, sum Kraken krevur.

Um bankin brúkar ikki-enskar stavir (so sum ð), so skift teir út við tann nærmasta standardbókstavin (t.d. brúka “d” ístaðin).

Keyp og Sel Krypto

Leinkjan omanfyri førir til eitt stutt innleiðandi video ið gevur eitt einfalt yvirlit yvir, hvussu tú keypir og selur krypto á Kryptoplatforminum Kraken.

Hvussu tú stovnar og váttar Kraken kontu